- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uppskot um at strika forboð at fleyga lunda
Ein av hagapørtunum í Mykinesi skjýtur nú upp at strika forboðið at fleyga lunda í oynni.
Grannastevna verður í Mykinesi 14. juli, og tá kemur málið fyri.
Skotið verður upp, at loyvt verður at fleyga eitt avmarkað tal av lunda, og at skipa røkt at lundalandinum.
Ætlanin við uppskotinum er eisini at halda siðaarvin við lundafleyggj viðlíka, so til ber at leggja lag á, og fáa til vega upplýsingar til gransking og hagtøl, og skráseta siðvenjur og fleygingarsessir í oynni.
Settu bann í 2012
Á grannastevnu í Mykinesi í 2012 var avgjørt at banna veiðu eftir lunda. Tí krevst loyvi frá grannastevnu, um tað aftur skal verða loyvt at fleyga lunda, eisini um talan bert er eitt avmarkað tal av lunda.
Í fjør avgjørdu tey á grannastevnu í Skúgvoy at taka uppaftur veiðuna eftir lunda, eftir tað hevði verið bannað í nógv ár.
Tíðarskeiðið var avmarkað til 14 dagar, og í mesta lagi 50 lundar.