- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkakirkjan skal hava diakonprest
Fólkakirkjan søkir eftir diakonpresti.
Fólkakirkjan hevur leingi viljað havt ein diakonprest at virka millum teirra, sum hava avbjóðingar í gerandisdegnum, til dømis eru arbeiðsleys, bundin at rúsevnum ella eru heimleys.
Freistin at søkja starvið er til 13.juli.
Væntandi verður diakonpresturin settur eftir ólavsøku.
Merkir tænasta
Orðið diakoni stavar frá grikska orðinum diakonia og merkir tænasta. Tað verður vanliga nýtt sum heiti fyri sosiala arbeiðinum, sum kristiligar kirkjur gera kring heimin.
Hetta er fyrstu ferð, at søkt verður eftir diakonpresti í Føroyum.
Tann, sum verður settur, skal tó eisini hava siðbundnar gudstænastur í føroysku kirkjunum, í minsta lagi 12 gudstænastur um árið.
Starvið er tíðaravmarkað. Talan er um fýra ár, men møguleiki er at fáa tvey ár aftrat.