Írland: 200.000 færri neyt skulu minka CO2-útlátið

Írland: 200.000 færri neyt skulu minka CO2-útlátið
Bøndur skulu sjálvir sleppa at gera av, um neytini skulu takast av
Í løtuni eru umleið 2,5 milliónir neyt í Írlandi. (Savnsmynd)
 
19.06.2023 - 09:16

Landbúnaðarmálaráðið í Írlandi umhugsar nú møguleikan at taka 200.000 neyt av, í royndunum at røkka sínum veðurlagsmálum fyri 2030.

Tað skrivar Ritzau.

Sambært ætlanini skal tað verða sjálvboðið hjá bóndunum, um teir vilja vera við í ætlanini ella ikki, og bøndur, hvørs neyt verða tikin av, skulu fáa endurgjald frá landinum.

Eitt av veðurlagsmálunum hjá Írlandi er at minka CO2-útlátið í landbúnaðinum millum fýra og 20 prosent.  Sambært blaðnum, Irish Mirro,r stóð írski landbúnaðurin í 2021 fyri 38 prosentum av landsins CO2-útláti.

Í løtuni eru umleið 2,5 milliónir neyt í Írlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949