- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søkja eftir 90 lærarum í tíðaravmarkað starv
Søkt er eftir 90 lærarum í tíðaravmarkað starv í fólkaskúlanum næsta skúlaár.
Søkt er eftir 137 lærarum, so bara triði hvør umsøkjari fær boðið fast starv.
Tað skrivar Skúlablaðið.
Hetta er sama skilið sum undanfarin ár, skrivar blaðið hjá Lærarafelagnum, tá søkt var eftir ávikavist 87 og 89 lærarum í tíðaravmarkað størv.
Søkt starv seks ferðir
Ein lærari vendi sær til Lærarafelagið herfyri, tí hann skuldi nú á sætta ári søkja starv í sama skúla.
Lærarafelagið sær tó ein glotta.
Søkt er eftir fleiri lærarum til fast starv í ár enn í fjør og fyrraárið.
Í ár er søkt eftir 47 lærarum til fast starv, undanfarin ár var søkt eftir ávikavist 28 og 23 lærarum í fast starv.