- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mæla til at umboðsmaðurin eisini verður brekumboð

Kommunufelagið vil hava, at Løgtingsins umboðsmaður verður brekumboð heldur enn at gera ein nýggjan og lítlan almennan stovn.
Tær uppgávur, sum ikki kunnu leggjast til umboðsmannin, kunnu land og kommunur lyfta í felag í styrktum samstarvi við aðrar áhugapartar, sigur Kommunufelagið.
Sambært uppskotinum um brekumboð, sum landsstýrið hevur havt til hoyringar, fer nýggi stovnurin, Brekumboðið, at kosta landinum millum 1,3 og góðar 1,5 mió. kr. um árið.
Heimasíða og innbúgv
Haraftrat koma 250.000 kr. fyrsta árið til at gera heimasíðu og keypa innbúgv.
Umframt Brekumboðið verður, sambært uppskotinum, sett ein nevnd fyri Brekumboðið.
Lógaruppskotið um Brekumboðið skal í løgtingið eftir ólavsøku.
Eftir teirri ætlanini kann Brekumboðið fara til verka 1.januar 2024.