Norce setur ikki fólk í starv, sum hava bakgrund í "reyðum londum"

Norce setur ikki fólk í starv, sum hava bakgrund í "reyðum londum"
Leiðslan í granskingarsamtakinum Norce hevur avgjørt, ikki at seta fólk í starv, sum hava bakgrund í "reyðum londum", eitt nú Kina, Russlandi og Iran
 
17.06.2023 - 16:16

- Tað er váða- og trygdarmetingar, sum eru orsøkin til avgerðina. Altjóða myndugleikar hava í eina tíð mælt okkum til at vera eyka varin, og vit hava áhaldandi sæð herd tilmæli, nú kríggj er í Evropa, sigur Thor Arne Håverstad í innanhýsis bloggi hjá granskingarsamtakinum, sambært Khrono.

Avgerðin um at siga "nei til at seta ríkisborgarar úr reyðum londum" var tikin í februar, og orsøkin var m.a. hóttanarmetingin hjá PST, - loyniløgreglan í Noregi.

Í metingini fyri 2023 ávarar PST m.a. um, at "norskir granskingar- og útbúgvingarstovnar kunnu brúkast til ólógligar vitlíkisflytingar. Aktørar við tilknýti til Russland, Kina, Iran og Pakistan eru serlig avbjóðing".

Avgerðin hevur elvt til stúran hjá starvsfólkum í Norce, - serliga tey, sum hava bakgrund í tí, sum PST lýsur sum risiko-lond, eru stúrin, sigur norska Granskingarfelagið, sambært NRK.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342