- Tíðindi, mentan og ítróttur
Seinasta tingdag fekk nevndin eitt mál
Seinasta tingdag fekk nevndin eitt mál
Fyri fyrstu ferð í hesi tingsetuni hevur landsstýrismálanevndin eitt mál

Hans Jacob Thomsen er formaður í landsstýrismálanevndini.
17.06.2023 - 15:31
Landsstýrismálanevndin fer fyrrapartin mánadagin at tosa um, at nevndin kann taka eitt mál av egnum ávum.
Nevndin hevur eitt mál, sum ein nevndarlimur vil hava nevndina at taka upp.
Hans Jacob Thomsen, formaður í landsstýrismálanevndini, vil ikki siga, hvat fyri mál, talan er um, fyrr eftir fundin mánadagin.
Umframt Hans Jacob Thomsen eru Bárður á Steig Nielsen, hann er næstformaður, og Hanna Jensen í landsstýrismálanevndini.
Nevndin hevur annars eingi mál havt í hesi tingsetuni.
Landsstýrismálanevndin hevur rættarligt eftirlit við, at løgmaður og landsstýrisfólk halda lógirnar.
Virksemið hjá nevndini er ásett í stýriskipanarlógini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV