Noreg bannar viðgerð fyri at broyta, avnokta ella kúga kynsliga sannføring

Noreg bannar viðgerð fyri at broyta, avnokta ella kúga kynsliga sannføring
- Hetta er søguligt bann, sum ger tað betri at liva hjá nógvum, sigur norski mentanar- og javnstøðuráðharrin, Anette Trettebergstuen
Mynd: Norska Stórtingið  
 
17.06.2023 - 15:21

Norska stjórnin hevur lagt fram uppskot um bann fyri konverteringsviðgerð í sambandi við eitt nú kynsliga sannføring.

- Konverteringsviðgerð kann ikki góðtakast, og er at blanda seg uppí kynsliga samleikan hjá fólki. Og tað kann oyðileggja lívið. Men nú er bann sett fyri hesum, sigur norski mentanar- og javnstøðuráðharrin, Anette Trettebergstuen.

Uppskotið um bannið móti konverteringsviðgerð skal raka "tann, sum ger seg inn á ein annan við at brúka heilivág, psykoterapeutiskan hátt, alternativan heilivág og átrúnaðaligan hátt ella annan skipaðan máta til at broyta, avnokta ella kúga kynsliga sannføring".

Stjórnin skjýtur upp, at børn skulu fáa serliga verju. Eisini skjýtur stjórnin upp at banna norskum ríkisborgarum at fremja konverteringsviðgerð í útlondum.

- Fólk skulu sleppa at vera tað tey eru í friði og elska tann tey vilja, uttan skomm og sálarligt trýst, skrivur Anette Trettebergstuen.

Stjórnin skjýtur upp, at revsilógin eisini skal fevna um hetta. Revsikarmurin kann verða sekt ella fongsul upp í trý ár, og er talan um grovt brot upp í seks ár.

- Hetta er søguligt bann, sum ger tað betri at liva hjá nógvum, sigur norski mentanar- og javnstøðuráðharrin, Anette Trettebergstuen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949