- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óbroytt støða hjá barnaverndini
Við árslok 2022 vóru 874 virkin barnaverndarmál í Føroyum.
Hetta er nakað tað sama sum undanfarin ár.
Lutfalslig fæst mál hevði Skálafjørðurin, 3,7 prosent av barnatalinum í økinum.
Flest mál vóru í Sandoynni, 9,4 prosent av barnatalinum.
Fyri børn til og við 17 ár eru fleiri dreingir í barnaverndarmálum, 442 dreingir og 380 gentur.
Men í bólkinum 18-22 ár eru 38 gentur og 14 dreingir.
Ófødd børn eisini við
Ófødd børn eru eisini í hagtølunum hjá Barnaverndarstovuni.
Tey vóru fimm í 2022, sama tal sum í 2021.
Eins og undanfarnu trý árini koma flestu fráboðanir til barnaverndina frá løgreglu, skúla og foreldramyndugleikum.
Flestu fráboðanir eru um vanrøkt.
Við ársenda í 2022 vóru 94 góðkendar fosturfamiljur í fosturforeldraskipanini.