Eitt sindur meira út enn inn

Eitt sindur meira út enn inn
Føroyar innfluttu fyri 12 og eina hálva milliard og útfluttu fyri 13,1 milliard frá mai í fjør til apríl í ár, skrivar Hagstovan
Næstan 12 ov teimum 13 milliardunum, sum útflutt var fyri, er fiskur.
 
17.06.2023 - 11:03

Føroyar innfluttu fyri 12 og eina hálva milliard frá mai í fjør til apríl í ár, skrivar Hagstovan.

Tað er tvær milliardir meira enn frá 2021 til 2022.

Vøksturin er 19 prosent.

Men um samanborið verður við tíðarskeiðið mars 2022 til februar 2023, er innflutningurin minkaður 323 milliónir krónur. 

Sostatt tykist sum stóri vøksturin í innflutningsvirðinum seinasta árið er við at steðga, sigur Hagstovan.

Høgi oljuprísurin sæst aftur í innflutningstølunum.

Dýra oljan

Innflutt var fyri eina milliard og 590 milliónir frá 2021 til 2022.

Frá 2022 til 2023 var innflutningurin tvær milliardir og 273 milliónir.

Vøksturin er 43 prosent.

Vørur til beinleiðis nýtslu fóru 6,7 prosent upp og akfør 10,2 prosent.

Útflutningurin var 13,1 milliard frá mai í fjør til apríl í ár, 20 prosent størri enn árið fyri.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV