- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanska fæst innlit
Kanska fæst innlit
Fyrisitingin hjá landsstýrinum viðger í løtuni spurningin, um innlit skal latast í frágreiðingina, sum landsstýrið fekk gjørda um russiskt virksemi í Føroyum

Tinganes og russiskir trolarar.
17.06.2023 - 09:43
Fyrsta dagin verður kunngjørt, um innlit skal latast í frágreiðingina, sum landsstýrið fekk gjørda um russiskt virksemi í Føroyum.
Fyrisitingin viðger í løtuni spurningin, um innlit skal latast.
Niðurstøða verður væntandi gjørd fyrsta dagin, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari til Johan Dahl, løgtingsmann.
Tey, sum higartil hava biðið um innlit í frágreiðingina, hava biðið um tað til fánýtis.
Løgmaður sigur eisini, at nakrir fyrispurningar hava verið úr Russlandi um, hvørjar reglur eru galdandi í Føroyum um kongafisk, sum russiskir trolarar fiska í Irmingarhavinum og landa ella umskipa í føroyskum havnum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV