- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hanus Pál Jógvansson verður skipaður í prestaembætið
Hanus Pál Jógvansson verður skipaður í prestaembætið
Hann tekur við embætinum eftir Jens Mortan Mortensen, sum fór frá fyri aldur í fjør
Mynd: Fólkakirkjan
16.06.2023 - 16:36
Sunnudagin skipar Jógvan Fríðriksson, dómpróstur, Hanus Pál Jógvansson í embætið sum sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi.
Hanus Pál tekur við embætinum eftir Jens Mortan Mortensen, sum fór frá fyri aldur í fjør.
Hanus Pál hevur verið virkandi sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi.
Hann er 30 ára gamal, og hevur lokið teologiskt embætisprógv frá lærda háskúlanum í Århus í 2020.
Nýggi sóknarpresturin verður skipaður í embætið undir gudstænastuni í Hvalbiar kirkju sunnudagin kl. 11.00, og hann byrjar í embætinum 1. juli, skrivar heimasíðan hjá fólkakirkjuni
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
TEMAPLÁTAN: Welcome to the Pleasuredome, Frankie Goes To Hollywood, 1984
186486
Nýggjastu sendingar í SV