Kreml: Putin sinnaður at tosa um friðarloysn

Kreml: Putin sinnaður at tosa um friðarloysn
Treytin er, at Vesturheimurin gevst við vápnastuðlinum til Ukraina
Vladimir Putin, forseti í Russlandi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
16.06.2023 - 16:32

Russiski forsetin, Vladimir Putin, er framvegis opin fyri einum og hvørjum høvi at tosa um loysnir fyri kríggið í Ukraina. 

Tað sigur Kreml, sambært russisku tíðindastovuni RIA, sum russiski staturin eigur.

Putin segði í síðstu viku, at hann er til reiðar at hava friðarsamrøður við Ukraina, men at friður kemur bara upp á tal, um Vesturheimurin gevst við vápnastuðlinum til Ukraina.

Russiska tíðindastovan Inerfax skrivaði í gjár, at Putin hevur tikið av eini innbjóðing frá turkiska forsetanum, Recep Tayyip Erdogan,um at vitja í Turkalandi. 

Dagurin fyri vitjanini er tó ikki avtalaður enn, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050