- Tíðindi, mentan og ítróttur
Formansskapir hittast í Skagen
Formansskapir hittast í Skagen
Formansskapirnar í løgtinginum og í fólkatinginum plaga at vitja hvønn annan hvørt summar

Bjørt Samuelsen er løgtingsforkvinna. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
16.06.2023 - 09:57
Týsdagin fer formansskapurin í løgtinginum til Danmarkar at hitta formansskapin í fólkatinginum.
Tey fara til Ålborg og haðani til Skagen.
Formansskapirnir skulu vitja ymisk støð í Jútlandi.
Føroyski formansskapurin kemur aftur til Føroya úr Ålborg hóskvøldið.
Formansskapirnar í løgtinginum og í fólkatinginum plaga at vitja hvønn annan hvørt summar, annað hvørt ár eru tey í Føroyum og annaðhvørt ár í Danmark.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV