- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landskassin lænir 900 milliónir

Ruth Vang, landsstýriskvinna, skrivaði í gjár undir lán til landskassan.
Lánið er 900 mió. kr.
550 milliónir skulu brúkast til at gjalda lán, sum fellur til gjaldingar 27.juni. Tað, sum so er eftir, skal brúkast til gjaldføri landskassans.
Minstagjaldføri landskassans er 15 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni.
Tað var tríggjar milliardir og 50 milliónir í fjør, men er farið upp í tríggjar milliardir og 400 milliónir í ár.
Nettoskuldin óbroytt
Nettoskuld landskassans er tann sama, tí gjaldføri landskassans er økt.
Nýggja lánið hjá landskassanum er eitt trý ára standandi lán, sum fellur til gjaldingar 19.juni 2026.
Rentan er góð 3,6 prosent.
Landsbanki Føroya og Nordea Bank fyrireikaðu lántøkuna.
Bæði skjótt og væl gekk at selja lánsbrøvini. Eftirspurningurin var nógv størri enn 900 milliónir.