- Tíðindi, mentan og ítróttur
Avgreiða málið um tiltøk móti Russlandi í dag
Avgreiða málið um tiltøk móti Russlandi í dag
Løgtingið fer væntandi í summarfrí í dag

Russiskir trolarar í Runavík. (Savnsmynd)
16.06.2023 - 08:27
Í dag verður endaliga avgjørt, at landsstýrið skal ikki í løgtingið við ætlaðum tiltøkum móti Russlandi og Hvítarusslandi.
Tað eru tiltøk, sum ávirka fiskivinnuavtaluna ella útflutningin av fiskavørum og matvørum.
Løgtingið fer eisini í dag at avgreiða endaliga uppskotið um fyrsta byggistig, nú skúlabygningarnir hjá Fróðskaparsetrinum á Frælsinum í Havn skulu umvælast og umbyggjast.
Eingin tingfundur er ásettur eftir fundin í dag.
Um nýggj mál ikki koma, hevur løgtingið avgreitt øll mál, sum eru komin.
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, skal í ráðførslu í uttanlandsnevndini fyrrapartin.
Verjusemjan er á skránni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV