
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tórshavnar kommuna bjóðar privatum øki til spæliland

Býarmenning í barnahædd finna vit fyri ein part í teimum uttandura spæliplássunum í kommununi, men okkum tørvar tó fleiri øðrvísi átøk í kommununi. Millum annað tí veðurlagið merkir, at barnafamiljur og stovnar ikki verða beinleiðis eggjað til uttandura virksemi ein stóran part av árinum.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini.
Hetta siga borgarstjórin og formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini í býráðnum í Havn, nú Tórshavnar kommuna bjóðar út øki út við Stórutjørn til privat at byggja eitt spæliland.
Freistin at lata uppskot inn er 28. august á middegi.
Tróndur Sigurðsson er formaður í byggi- og býarskipanarnevndini:
Upp á spurningin, um kommunan ikki máar støðið undan einum privatum spælilandi, sum er á veg, við at bjóða út øki til eitt annað spæliland, sigur Tróndur Sigurðsson, at ætlanirnar hjá kommununi vóru gjørdar, áðrenn tey frættu um hitt spælilandið.
Útbjóðingartilfar kann síggjast her.