Ilt at meta um, hvør sigur satt ella ósatt

Ilt at meta um, hvør sigur satt ella ósatt
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur svarað Bárði á Lakjuni, løgtingsmanni, um Sernám
Funnist hevur verið at Sernámi fyri ikki at veita øllum børnum, sum hava Down Syndrom, nøktandi hjálp til málmenning.
 
15.06.2023 - 08:38

Tað er torført hjá landsstýrismanninum at meta um, hvør sigur satt ella ósatt. Sum skilst, eru ymiskar fatanir av støðuni.

Tað sigur landsstýrismaðurin í barna- og undirvísingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, millum annað í svari til skrivligan fyrispurning frá Bárði á Lakjuni, løgtingsmanni, um Sernám.

Tingmaðurin spurdi millum annað, um landsstýrismaðurin metir, at tey foreldur, sum siga seg ikki hava fingið nøktandi hjálp frá Sernámi, siga ósatt.

 

Hevur hoyrt partarnar

Landsstýrismaðurin sigur, at hann hevur hoyrt partarnar í málinum. Allir  partar hava lýst málið út frá egnum upplivingum og hvør sínum sjónarmiði og hava teir, eftir tí sum er upplýst, í hvør sínum lagi grein í sínum máli, svarar landsstýrismaðurin.

Sum landsstýrismaður, er tað mín evsta ábyrgd at tryggja, at stovnurin verður rikin skilagott og veitir eina so góða tænastu sum tilber, sigur hann.

Funnist hevur verið at Sernámi fyri ikki at veita øllum børnum, sum hava Down Syndrom, nøktandi hjálp til málmenning.

Landsstýrismaðurin sigur, at tað er ikki formliga ásett í lógarverkinum, hvør hevur rætt til hvørja tænastu frá Sernámi.

 

Fáa hjálp og ráðgeving

Landsstýrismaðurin fer innan sítt heimildarøki áhaldandi at arbeiða fyri, at øll børn og ung fáa ta hjálp og ráðgeving teimum tørvar.

Í tilgongdini at loysa avbjóðingina at veita nøktandi málmenningartænastu til børn við Down Syndrom hevur verið nógv samskifti í Barna-og útbúgvingarmálaráðnum, sum nú - saman við Sernámi - arbeiðir við  einum  leisti fyri, hvussu  hetta  økið  kann  verða skipað  frameftir.

Landsstýrismaðurin rknar við eina loysn í næstu framtíð,  men  arbeitt  verður áhaldandi við at tryggja hetta økið enn betur, herundir í samráð við onnur ráð og stovnar, sigur landsstýrmaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. apríl
Eitt korter við klassiskum
190152
Mikudag 2. apríl
Morgunlestur mikudagur 2.apríl 2025
189977
Týsdag 1. apríl
LEITISSTEIN 01.04.2025 (Blátt Gras)
190130
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017