- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skal eisini bera til at rinda við reiðum peningi
Um til ber at rinda við gjaldskorti, skal eisini vera gjørligt at brúka reiðan pening.
Tað sigur Brúkaraumboðið.
Brúkaraumboðið viðgjørdi klagu um, at ikki ber til at rinda árliga gjaldið fyri bátapláss við reiðum peningi.
Kravdi gjaldsavtalu
Ein kommuna kravdi, at tey, sum hava bátapláss, skuldu stovna eina sjálvvirkandi gjaldsavtalu fyri árliga gjaldið. Men ein bátaeigari, sum vildi brúka reiðan pening, klagaði.
Niðurstøðan hjá Brúkaraumboðnum er, at tá tað er møguligt at rinda við gjaldskorti á kommunuskrivstovuni, so hava fólk eisini rætt til at brúka reiðan pening har.
Brúkaraumboðið kannaði, um kommunan lýkur treytirnar fyri undantøkunum um ikki at taka reiðan pening. Tað ger kommunan ikki, sigur Brúkaraumboðið.