450 hvalir løgdu beinini í Norðstreymoy

450 hvalir løgdu beinini í Norðstreymoy
266 hvalir doyðu í Vestmanna og 180 í Leynum
Grindin í Vestmanna er býtt í drápspartar og heimapartar, hálvtannað skinn í part. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
15.06.2023 - 08:24

Okkurt um 450 grindahvalir doyðu í Norðstreymoy í gjár.

Grindin, sum doyði í Vestmanna, var 266 hvalir, 1600 skinn.

Grindin er býtt í drápspartar og heimapartar, hálvtannað skinn í part.

Seðlarnir komu út á bryggjuni í Vestmanna klokkan hálvgum átta í morgun.

Heimapartar eru til plássini, sum hoyra til hvalvágna. Tey eru Norðstreymoy, Vága sýsla, Koltur, Hestur, og vestursíðan á Suðurstreymoynni.

Í gjárkvøldið doyðu okkurt um 180 hvalir í Leynum.

Tann grindin var funnin á sama staði sum tann, sum doyði í Vestmanna, tað er við Slættanestanga.

Tann grindin er ikki merkt enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV