Holland: Ukraina ætlaði at spreingja Nord Stream-leiðingina

Holland: Ukraina ætlaði at spreingja Nord Stream-leiðingina
USA ávaraði Kyiv um at lata rørleiðingina at fáa frið, men tveir mánaðir seinni vóru bæði Nord Stream 1 og Nord Stream 2 sprongdar. Ukraina vísir øllum aftur
Bæði USA og NATO kallaðu spreingingarnar á Nord Stream-leiðingarnar fyri sabotasju.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
14.06.2023 - 14:09

Amerikanska fregnartænastan, CIA, var í juli fjør kunnað um eina ukrainska ætlan um at spreingja Nord Stream-rørleiðingina í Eystursjónum.

Tað sigur hollendska kringvarpið, NOS, sambært Reuters.

Tað var fregnartænastan hjá hollendska herinum, MIVD, sum í juli 2022 boðaði CIA frá eini møguligari ukrainskari ætlan at oyðileggja oljuleiðingina í Eystursjónum.

Hetta førdi sambært NOS til, at USA ávaraði Kyiv um at lata rørleiðingina fáa frið.

 

(Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Sabotasja

Tveir mánaðir seinni, tann 26. september 2022, gjørdu spreingingar skaða á bæði Nord Stream 1 og Nord Stream 2-rørleiðingarnar, sum leiða gass úr Russlandi til Týsklands.

Bæði USA og NATO kallaðu spreingingarnar fyri sabotasju.

Danmark, Svøríki og Týskland kanna framvegis, hvat hendi við rørleiðingunum. Russland hevur ákært kanningarliðini fyri at drála og royna at dylja, hvør framdi sabotasjuna.

Ukraina hevur noktað at hava havt nakað við spreingingarnar at gera.

 

Frágreiðingin kemur í heyst

Svenski ákærin, Mats Ljungqvist, vónar, at leggja síðstu hond á svensku frágreiðingina í heyst.

Tað sigur hann við svenska kringvarpið sambært Retuers.

Svenski ákærin sigur við svenska útvarpið, at hann millum annað hevur fundast við týska ákæran, men hann vil ikki fara í smálutir við hesum.

Mats Ljungqvist sigur kortini, at hann er bjartskygdur um at fáa greiði, hvør framdi sabotasjuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050