- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bjóða tyrvingina í Nýggjheiðum út
Tyrvingararbeiðið í Nýggjheiðum er boðið út.
Arbeiðið at tyrva burturkast og stórsekkir, við viðgjørdari rottangaevju, á nýggja tyrvingarplássinum í Nýggjheiðum oman fyri Kvívík er boðið út í almennari lisitatión.
Sáttmálaskeiðið er fimm ár, frá juli í ár til juli 2028.
Nøgdirnar eru 10.000 rúmmetrar um árið av tyrvingarburturkasti og ilsku.
Stórsekkir við rottangaevju eru 3.500 rúmmetrar um árið.
Nøktar tørvin í 30 ár
Tyrvingarplássið á Nýggjheiðum var latið IRF 10.januar í ár.
Á støðini eru tyrvingarpláss og reinsiverk til rottangaevju. Tríggir bygningar eru, ein høll til at savna saman tyrvingarburturkast, eitt reinsiverk og eitt bilhús til rottangabilar.
Kostnaðurin er millum 120 og 130 mió. kr.
IRF og KOB hava gjørt avtalu um tyrving og rottangaevju.
Nýggja plássið verður mett at kunna nøkta tørvin næstu 30 árini.