
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanning: Russisk skip umskipa og bunkra á víðum havi

Russisk skip eru farin at umskipa og bunkra á víðum havi.
Tað vísir ein kanning, sum fyritøkan Fishfacts hevur gjørt fyri 15 fyritøkur í Føroyum.
Úrslitið var lagt fram á fundi í morgun.
Óli Samró er stjóri í Fishfacts.
Endamálið við frágreiðingini er at lýsa russiska fiskiskapin í Irmingarhavinum og í føroyskum og altjóða sjógvi frá 2020 til 2023.
Frágreiðingin var løgd fram ein tíma fyri tingfundin, har málið um tiltøk móti Russlandi kemur til aðru viðgerð.
Fyritøkurnar, sum hava biðið um frágreiðingina, eru:
. Bergfrost
· Christian í Grótinum
· Enniberg
· Effo
· Faroe Agency
· Faroe Ship
· Framherji
· JFK
· Magn
· North Pelagic
· KBI
· KJ
· KSS
· Varðin
· Vónin
Hoyr samrøðu, sum Hallur av Rana gjørdi við Óla Samró, stjóra í Fishfacts, í Breddanum: