- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Serskattaskipanir og russiskur fiskiskapur
Fishfacts hevur almenna framløgu í morgun, har greitt verður frá russiska fiskiskapinum í Irmingarhavinum og í føroyskum og altjóða sjógvi frá 2020 til 2023.
Vit frætta frá fundinum.
Sambært tølum hjá Fíggjarmálaráðnum, hava serskattaskipanir við sær, at landið missir umleið 300 milliónir krónur.
Skulu vit varðveita hesar skipanirnar, sum komu í gildi, tá ið arbeiðsloysi var stórt í Føroyum, ella skulu tær strikast, nú tørvur er arbeiðsmegi?
Beinir Johannesen í Fólkaflokkinum Hanna Jensen í Framsókn og Eirikur í Jákupsstovu í Tjóðveldi kjakast um evnið í útvarpsstovuni.
Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, er partur av tveimum rættarmálum. Vit tosa við Regin Winther Poulsen, journalist, um støðuna hjá amerikanska forsetavalevninum Donald Trump.
Breddin í útvarpinum klokkan 10.