Aki-Matilda ætlar at gerast forkvinna í Siumut

Aki-Matilda ætlar at gerast forkvinna í Siumut
Aki-Matilda Høegh-Dam sigur, at verður hon vald, er hon til reiðar at siga fólkatingssessin frá sær
Aki Matilda Høegh Dam, fólkatingskvinna, stillar upp til forfólkasessin í Siumut.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
14.06.2023 - 08:44

Hørð kapping verður um, hvør skal standa á odda fyri grønlendska javnaðarflokkinum, Siumut, eftir landsfundin hjá flokkinum, sum verður síðst í juli.

Fyrrverandi formaðurin, Kim Kielsen, boðaði í seinasta mánaði frá, at hann fer at bjóða verandi formanninum, Erik Jensen, av, og sunnukvøldið boðaði grønlendski fólkatingslimurin Aki-Mathilda Høegh-Dam á Facebook frá, at eisini hon ætlar at stilla upp.

Aki-Matilda Høegh-Dam sigur við KNR, at hon ætlar at gera politikkin hjá Siumut sjónligari, og at fólkið eisini skal hava størri ávirkan á politikkin.

Um Aki-Matilda Høegh-Dam verður vald til forkvinnu í Siumut, er hon til reiðar at siga fólkatingssessin frá sær, krevur flokkurin tað. Ger hon tað, er næsti maður á listanum presturin Markus E. Olsen.

Hann sigur við KNR, at hann er til reiðar at fara í Fólkatingið, um boð verða eftir sær.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. apríl
Eitt korter við klassiskum
190152
Mikudag 2. apríl
Morgunlestur mikudagur 2.apríl 2025
189977
Týsdag 1. apríl
LEITISSTEIN 01.04.2025 (Blátt Gras)
190130
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017