- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroya rættur og politiið fáa meiri pening til at avgreiða revsimál
Føroya rættur og politiið í Føroyum fáa pengar í heyst til at fáa frá hondini tey nógvu revsimálini, sum hava hópað seg upp seinastu árini.
Føroya rættur fær eina góða millión til ein dómara aftrat teimum, sum eru, frá oktober í ár til februar næsta ár.
Og ákæruvaldið fær 600.000 kr. til ein ákæra aftrat í fjórða ársfjórðingi.
Nógv dømi eru um revsimál, sum eru vorðin nøkur ára gomul, tá dómur fellur í Føroya rætti.
Eisini bunkar í Danmark
Ofta fáa fólk linari revsing enn tey annars høvdu fingið, tí mál teirra eru so gomul.
Eisini dómstólarnir í Danmark hava høgar bunkar av revsimálum. Tað gjørdi serliga korona.
Danska stjórnin hevur sett 32,2 milliónir krónur eyka av til tað, sum verður kallað bunkebekæmpelse.
Í fjør fingu dómstólarnir 47,5 mió. kr. í eykajáttan, og teir fingu 25 mió. kr. í 2021.
Ákæruvaldið fær 600.000 kr. til ein ákæra aftrat í fjórða ársfjórðingi.
Arbeiðsbólkur settur
Stjórnin hevur sett ein arbeiðsbólk við Thomas Rørdam, sum var forseti í Hægstarætti, á odda.
Bólkurin skal koma við uppskotum um, hvussu sleppast kann undan longu bíðitíðunum hjá dómstólunum.
Stjórnin miðar eftir at fáa eina politiska avtalu 1.januar 2024 um fíggingina hjá dómstólunum, so teir kunnu fáa málini avgreidd skjótari.