Løgtingið viðger tiltøk móti Russlandi í dag

Løgtingið viðger tiltøk móti Russlandi í dag
Samgongan í uttanlandsnevndini tekur við, at landsstýrið skal ikki í løgtingið við tiltøkum móti Russlandi og Hvítarusslandi, men andstøðan vil varðveita verandi lóg
Tingfundurin í dag verður klokkan tíggju.
 
14.06.2023 - 08:05

Í dag fer løgtingið at viðgera uppskotið um heimild landsstýrisins at seta í verk tiltøk móti Russlandi.

Meirilutin í uttanlandsnevndini, nevndarlimirnir hjá samgonguni, taka undir við, at landsstýrið skal ikki í løgtingið við ætlaðum tiltøkum móti Russlandi og Hvítarusslandi. 

Tað eru tiltøk, sum ávirka fiskivinnuavtaluna ella útflutningin av fiskavørum og matvørum.

Uttanríkispolitiskar ósemjur eiga ikki at vera viðgjørdar í løgtinginum, sigur meirilutin. 

Tí hevur tað stóran týdning, at so hvørt sum landsstýrismaðurin nýtir víðkaðu heimildina, sum var tikin frá undanfarna landsstýrismanni, tekur meirilutin tað sum eina sjálvfylgju, at landsstýrismaðurin ráðførir seg við uttanlandsnevndina.

 

Vilja varðveita verandi lóg

Bárður á Steig Nielsen í Sambandsflokkinum og Jacob Vestergaard í Fólkaflokkinum vilja varðveita verandi lóg.

Teir hava tí broytingaruppskot um tað.

Jacob Vestergaard mælir eisini til, at landsstýrismaðurin kann av sínum eintingum avmarka virksemið hjá russiskum fiskiskipum í ávísum havnum.

Bárður av Steig Nielsen mælir eisini til, at landsstýrismaðurin kann seta tiltøk í verk, sum eru í lógini frá í fjør um avmarkandi tiltøk, millum annað handilsavmarkingar.

Jenis av Rana í Miðflokkinum sigur, at hann tekur støðu í tingsalinum.

Tingfundurin er klokkan tíggju.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. apríl
Eitt korter við klassiskum
190152
Mikudag 2. apríl
Morgunlestur mikudagur 2.apríl 2025
189977
Týsdag 1. apríl
LEITISSTEIN 01.04.2025 (Blátt Gras)
190130
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017