Læknavaktin: Semingsuppskot lagt fram

Læknavaktin: Semingsuppskot lagt fram
Partarnir skulu svara Semingsstovninum á middegi í morgin
 
13.06.2023 - 18:22

Semingsstovnurin hevur lagt uppskot fyri partarnar í málinum um læknavaktina 1870.

Kommunulæknafelagið og Fíggjarmálaráðið skulu taka støðu til eitt uppskot og svara Semingsstovninum á middegi í morgin. 

Tað sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, sum ikki hevur aðra viðmerking.

Kommunulæknarnir boðaðu 31. mai frá, at læknavaktin á telefon 1870 í Landssjúkrahúsinum helt uppat dagin eftir, 1.juni.

Kommunulæknarnir skuldu sjálvir kunngera, hvør hevur vakt og nær.

Sama dagin, tað er 31.mai, boðaði Heilsutrygd frá, at læknavaktin helt fram á telefon 1870.

Men tað ber eisini til at brúka telefonnumrini, sum kommunulæknarnir upplýsa.

Og læknavaktin er ikki í Landssjúkrahúsinum longur. 

Læknavaktin hevur ligið í sáttmálaloysi í meira enn tvey ár, og viðurskiftini hjá læknavaktini eru óskipað, sigur Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV