Video: Bjarnadýr í Koltri

Video: Bjarnadýr í Koltri
Í Koltri eru funnin tvey nýggj sløg av bjarnadýrum, sum ikki eru sæð í Føroyum áður. 
 
13.06.2023 - 10:51

Tey tola ekstrem viðurskifti og kunnu halda til í heitum gosvøtnum ella inni í einum kjarnorkureaktori. Vit tosa um eina pikkalítla veru, sum kallast bjarnadýr.

 

Bjarnadyr_NET2

 

Birna Vár Trygvadóttir Fjallstein kannar bjarnadýr í Koltri og hevur funnið tvey nýggj sløg, sum ikki eru sæð áður í Føroyum.

 

 

Lurta eftir samrøðuni við Birnu í Góðan Morgun Føroyar. 

1604102

 

Bjarnadýrini hoyra til sítt egna fylki, sum kallast Tardigrada á latíni

 

Lívfrøðin hjá bjarnadýrum 
Bjarnadýr liva vanliga í mosa bæði á steinum og trøum, í vátum mosa í keldum, áarløkum og vøtnum. Tað ber eisini til at finna bjarnadýr í mosa í eitt nú takrennum. Sløgini, sum liva í sjónum, halda til í skelsandi. Hóast tað finnast nógv sløg á landi, so er tað týdningarmesta fyri hesi smáu dýr at hava vatn kring seg at liva og virka í.  

 

Bjarnadýr hevur fingið navnið, tí tað líkist eini bjørn.

 

Nøkur sløg eru kannibalar og eta onnur bjarnadýr

 

Skap

Bjarnadýrini hava avlangan kropp, sum kann býtast í 5 partar; høvd og fýra pør av beinum við klóm, soleiðis at tey kunnu halda sær føstum í undirlagnum, tey ganga á. Summi sløg hava eygu, onnur ikki. Bjarnadýrini hava eitt samansett svølggagn, ið umfatar m.a. oddhvassar píkar báðumegin sjálvt svølgrørið. Hesir kunnu førast út gjøgnum munnin so mikið, at teir kunnu seta hol á eitt nú plantukyknur, algur og slíkt, sum bjarnadýrini eta. Í svølginum eru eisini nógvir vøddar, sum gera, at maturin kann súgvast inn í munnin. Nøkur sløg eru kannibalar og eta onnur bjarnadýr. Størstu bjarnadýr kunnu gerast yvir 1 millimetur til longdar.

 

Tekning av egginum hjá Austeruseus faeroensis, ið er eitt nýtt slag fyri vísindini og funnið fyri fyrstu ferð í Føroyum. 1: Eggið uttaná við útvøkstrum, 2: Innaní sama eggi sæst eitt fostur. Tekningar eftir Stine Elle.

 

Kunnu bjarnadýr livna upp frá deyðum? 

Ein einastandandi eginleiki, bjarnadýrini hava, er, at tey kunnu fara í eitt slag av dvala, kallað cryptobiosa, tá ið liviumstøðurnar versna munandi. Fleiri ytri viðurskifti kunnu seta hetta í gongd, tað er serliga, um vatnið guvar burtur ella frystir. Súrevnistrot og broytingar í saltinnihaldi kunnu eisini ávirka. Hetta er ein eginleiki, ið bjarnadýr á landi hava ment til fulnar fyri at klára tær ógvusligu broytingarnar í sínum umhvørvi. Mosi broytist alt eftir árstíð, vatnið guvar burtur um summarið og frystir um veturin.

Fyri at koma livandi frá hesum byrjar bjarnadýrið at skilja vatnið úr kroppinum og tornar tí upp og gerst minni enn áður, beinini og høvdið verða drigin inn í kroppin, sum verður flatur, og á henda hátt minka tey um yvirflatuna. Evnaskiftið (metabolisman) í kyknunum minkar niður í nærum einki. Hetta stigið kallast tunnustigið. Í hesum standinum tola bjarnadýrini nærum alt av ytri ávirkan.

 

Bjarnadjórið Pseudechiniscus islandicus, ♀. Skanning-elektrónmikroskopi-mynd av heterotardigradi, ið livir í mosa. Pláturnar í skjøldrinum síggjast týðiliga á bakinum við ymsum útvøkstri so sum tenn, píkar og hár. Mynd: Birna Vár Trugvadóttir Fjallstein

 

Livna upp aftur

Verða umstøðurnar aftur til vildar, livna tey upp aftur, og við hesum kunnu bjarnadýrini leingja um lívið í upp til fleiri áratíggjur. Granskarar hava funnið útav, at sukrið trehalosa hevur ein týðandi leiklut í kyknunum fyri at verja tær móti at torna upp. Nógvar royndir eru gjørdar við bjarnadýrum í tunnustigi fyri at vita, hvussu nógv tey tola. Tey eru t.d. koyrd í flótandi køvievni (-196°C), tey tola eisini nógvan hita og at verða útsett fyri røntgen- og uv-strálur. Eisini eru royndir gjørdar av bjarnadýrum, sum eru send út í rúmdina, har tey eru útsett fyri vakum og kosmiskari stráling og nærum absolutta nullpunktinum (-273°C) - og alt hetta klára tey væl. 

 

Ókend bjarnadýr í Føroyum

Fleiri nýggj sløg fyri vísindini eru funnin í Føroyum, bæði á sjógvi og á landi, harav fleiri nýggj sløg fyri vísindini eru funnin úti á Føroya Banka. Hetta var í sambandi við BIOFAR-kanningarnar, sum vóru gjørdar fyrst í 1990unum. 

 

Tekning av einum nýggjum bjarnadýraslagi, Tanarctus bubulubus, funnið á Føroya Banka. Hetta slagið hevur nakrar útvøkstir á bakkroppinum, ið líkjast ballónum. Hildið verður, at ballónirnar hjálpa dýrinum á flot, soleiðis at tað flýtur eitt lítið vet oman fyri sjálvan botnin. Tekning: Stine Elle.

 

Eini 50 sløg av bjarnadýrum í Føroyum

Í Føroyum er ikki so nógv gjørt burturúr áður at kanna bjarnadýr á landi. Til fyri stuttum vóru 15 bjarnadýrsløg á landi og í vøtnum skrásett. Hesi sløg vóru funnin av útlendskum granskarum í tíðarskeiðnum frá 1908 til 1987. Í sambandi við høvuðsuppgávuna hjá Birnu Vár Trýgvadóttir Fjallstein, kannaði hon bjarnadýr í Føroyum, og hon skrásetti 34 nýggj sløg fyri Føroyar umframt tey 15. Kanningin fevndi um bjarnadýr í feskvatni og á landi, frá fjøruni og upp í 726 metra hædd. Í kanningini vóru eisini staðfest trý nýggj sløg fyri vísindini. Tey trý sløgini vóru nær skyld, og tey vóru so sermerkt, at tey kundu ikki bólkast saman við øðrum kendum slektum, og tí var neyðugt at lýsa eina nýggja slekt. 

Birna er nú við í nýggjari verkætlan, har hon er farin í gongd við at kanna bjarnadýr í Koltri. 

 

Kelda: Frøði, Birna Vár Trygvadóttir Fjallstein

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. november
Breddin: Arbeiðið hjá landsstýrismálanevndini
184025
Fríggjadag 22. november
RagnarRokk: Phil Demmel um Category 7
184021
Fríggjadag 22. november
Góðan morgun Føroyar
184019
Fríggjadag 22. november
Morgunlestur fríggjadagur 22.november 2024
183775
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979