
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fíggjarnevndin: Leiðslur í heilsuverkinum hava ikki tikið ábyrgd

Fíggjarnevndin tekur undir við løgtingsgrannskoðarunum, sum finnast at nógvum viðurskiftum í almennum byggiverkætlanum.
Nøkur teirra vera átalað hvassliga.
Fíggjarnevndin tekur undir við uppskotinum til samtyktar hjá løgtingsgrannskoðarunum um, at landsstýrið ger greiðar reglur um, hvussu almennar byggiverkætlanir skulu skipast.
Grundarlagið er frágreiðingin hjá Landsgrannskoðanini um H-bygningin hjá Landssjúkrahúsinum.
Jóhannis Joensen er formaður hjá løgtingsgrannskoðarunum, sum eigur uppskotið. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Lyklafólk skift út
Nevndin sigur, at leiðslurnar hjá heilsuverkinum ikki hava átikið sær ta ábyrgd, sum reglurnar krevja.
Samstundis eru nógv lyklafólk í verkætlanini skift út.
Tað hevur havt neiliga ávirkan á stýringina, sigur fíggjarnevndin.
Tað hevur stóran týdning, at øll skipanin tekur frágreiðingar sum hesa, altso ta um H-bygningin, í størsta álvara og arbeiðir miðvíst við at gera og halda skipanir, sum tryggja, at byggiverkætlanir ikki fara av kós.
Fíggjarnevndin staðfestir, at ov lítið er gjørt við at bøta um viðurskiftini seinastu 10 árini.
Beinta Dam, landsgrannskoðari, hevur skrivað frágreiðingina um um H-bygningin.
Skipanin skal eftirmetast
Løgmaður setti í vár ein arbeiðsbólk við fólki í Fíggjarmálaráðnum, Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum og Løgmansskrivstovuni til at eftirmeta alla skipanina.
Hetta arbeiðið skal vera liðugt fyri ólavsøku.
Síðani skal politiska skipanin avgera, um verandi skipan skal halda fram, at játtan og ábyrgd skulu vera hjá einstaka ráðnum, ella eitt ráð hevur alla ábyrgd av bygging hjá landinum.
Fíggjarnevndin heftir seg við, at Landsgrannskoðanin vísir á, at reglur og mannagongdir eru, men tær vera ikki fylgdar.