Løgmaður: Øll verjumál verða viðgjørd á stjórnarstigi

Løgmaður: Øll verjumál verða viðgjørd á stjórnarstigi
Aksel V. Johannesen hevur svarað fyrispurningi frá Bárði á Steig Nielsen, løgtingsmanni
Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur, at tá íløgur skulu gerast í trygd og verju á yvirtiknum málsøkjum, kann tað gerast ein spurningur fyri løgting og landsstýri at fáa til vega fígging.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.06.2023 - 08:26

Ongar avgerðir um Føroyar verða tiknar, uttan at landsstýrið er við í teimum. 

Øll mál, sum eru viðkomandi fyri Føroyar og føroysk viðurskifti, vera umrødd á stjórnarstigi millum Føroyar og Danmark. 

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari til Bárð á Steig Nielsen, løgtingsmann, sum spurdi um donsku verjusemjuna.

Løgmaður sigur, at higartil í ár hava landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum og danski verjumálaráðharrin umrøtt málið um verjusemju sjey ella átta ferðir. 

 

Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður, spurdi løgmann um verjusemjuna. 

 

Orða karmsemju

Síðani hetta landsstýrið tók við, hevur danska verjumálaráðið fýra ferðir boðið donsku flokkunum og landsstýrinum til kunnandi fundir um yvirskipaðu fortreytirnar fyri eini nýggjari verjusemju. Sendistova Føroya í Keypmannahavn hevur verið á hesum fundum.

Í løtuni verður arbeitt við orðingum í einari karmsemju. Seinni verða samráðingar um ítøkilig mál og átøk. 

Landskassin skal ikki gjalda fyri verjusemjuna millum flokkarnar í fólkatinginum. Men trygd kostar, sigur løgmaður.

Tá íløgur skulu gerast í trygd og verju á yvirtiknum málsøkjum, kann tað gerast ein spurningur fyri løgting og landsstýri at fáa til vega fígging.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. apríl
Eitt korter við klassiskum
190152
Mikudag 2. apríl
Morgunlestur mikudagur 2.apríl 2025
189977
Týsdag 1. apríl
LEITISSTEIN 01.04.2025 (Blátt Gras)
190130
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017