Fyrireika endurnýgging av strandferðsluflotanum

Fyrireika endurnýgging av strandferðsluflotanum
Játtanin, sum higartil er sett av í 2024, er tó alt ov lítil til, at farast kann undir prosjektering, sigur landsstýrismaðurin
Ritan er eitt av strandfaraskipunum. Umframt nýbygging hevur tað stóran týdning, at atløguviðurskiftini hjá ferjunum eru so góð sum gjørligt, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.
 
13.06.2023 - 08:19

Farið er undir at gera forkanningar, skitsur og aðrar fyrireikingar í sambandi við, at flotin hjá Strandfaraskipum landsins skal endurnýggjast.

Játtanin, sum higartil er sett av í 2024, er tó alt ov lítil til, at farast kann undir prosjektering.

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður, í svari til Karlot Hergeirsson, løgtingsmann, sum spurdi um sjóvegis flutningsskylduna hjá landinum.

 

Atløguviðurskifti eisini týdning

Umframt nýbygging hevur tað stóran týdning, at atløguviðurskiftini hjá ferjunum eru so góð sum gjørligt, sigur Dennis Holm.

Hetta noyðast bæði land og kommunur at taka til eftirtektar, sigur hann. 

Um veðrið sigur landsstýrismaðurin, at skiparar og stýrimenn hjá Strandferðsluni siga frá størri aldum seinastu trý árini.

Tó ikki so nógv størri, at tær bera í sær broytingar í váðametingunum.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. apríl
Eitt korter við klassiskum
190152
Mikudag 2. apríl
Morgunlestur mikudagur 2.apríl 2025
189977
Týsdag 1. apríl
LEITISSTEIN 01.04.2025 (Blátt Gras)
190130
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017