- Tíðindi, mentan og ítróttur
Andstøðan mælir til at bíða við útbyggingini á Frælsinum

Minnilutin í fíggjarnevndini, nevndarlimirnir hjá andstøðuni, biðja landsstýrismannin í barna- og útbúgvingarmálum bíða við uppskotinum um at umbyggja og umvæla bygningarnar hjá Fróðskaparsetrinum á Frælsinum.
Talan er um fyrsta byggistig.
Málið er ikki klárt enn, sigur andstøðan.
Minnilutin vil tí hava landsstýrismannin at leggja uppsktið fram aftur eftir summarfrítíðini, tá alt er liðugt fyrireikað, og arbeiðið er boðið út.
Málið hevur verið í fíggjarnevndini síðani 22.mars. Í gjár kom álitið.
Samgongufólkini í fíggjarnevndini taka undir við uppskotinum, men hava broyingaruppskot um at taka innbúgvið úr uppskotinum.
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum tekur undir við, at uppskotið um hesa verklagslógina um fyrsta byggistig verður lagt fram, áðrenn verkætlanin er boðin út.