- Tíðindi, mentan og ítróttur
Silvio Berlusconi deyður
Silvio Berlusconi deyður
Berlusconi var forsætisráðharri í Italia í trimum umførum

Silvio Berlusconi var 86 ára gamal, nú hann doyði.
Mynd: Ritzau Scanpix
12.06.2023 - 10:02
Fyrrverandi italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, er deyður, 86 ára gamal.
Tað skriva fleiri italskir miðlar.
Hann doyði á Raffaele-sjúkrahúsinum í Milano í morgun.
Berlusconi hevur ligið á sjúkrahúsi síðani fríggjadagin, og hevur seinastu árini verið innlagdur fleiri ferðir.
Fyri stuttum fekk hann viðgerð fyri lungnabruna, sum hevur tilknýti til kroniska leukemi.
Berlusconi var forsætisráðharri í Italia í trý skeið - frá 1994 til 1995, 2001 til 2006, og aftur frá 2008 til 2011.
Hann var formaður í flokkinum, Forza Italia.
Eisini var Berluconi kendur fyri í nógv ár at standa á odda fyri fótbóltsliðnum, AC Milan.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV