Framløga í tinginum í dag

Framløga í tinginum í dag
Fyrrapartin hava tær báðar nevndirnar, sum enn hava mál eftir at avgreiða, fund
Innkallingar verða aftur í uttanlandsnevndini í dag í málinum um tiltøk móti Russlandi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.06.2023 - 08:16

Løgtingsfundur verður í dag klokkan fýra, har bara framløga er á skránni.

Fyrrapartin hava tær báðar nevndirnar, sum enn hava mál eftir at avgreiða, fund.

Uttanlandsnevndin viðger uppskotið hjá landsstýrinum um ikki at skula í løgtingið við ætlaðum tiltøkum móti Russlandi og Hvítarusslandi. Tað eru tiltøk, sum ávirka fiskivinnuavtaluna ella útflutningin av fiskavørum og matvørum.

Partafelagið Vónin, landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum og Vørn og løgmaður hava fingið fundarboð.

 

Trý mál í fíggjarnevndini

Fíggjarnevndin hevur framvegis trý mál.

Tey eru uppskotini um at broyta kapitalvinningsskattalógina, uppskotið um fyrsta byggistig, nú skúlabygningarnir á Frælsinum í Havn skulu umvælast og umbyggjast, og uppskotið til samtyktar um at gera greiðar reglur um, hvussu almennar byggiverkætlanir skulu skipast. 

Koma álit frá nevndunum í dag, vera tey viðgjørd á tingfundi mikudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017