Dánial og Annika í uppskoti til virðisløn

Dánial og Annika í uppskoti til virðisløn
Rithøvundafelagið hevur tilnevnt Dánial Hoydal og Annika Øyrabø Jacobsen til altjóða virðislønina Astrid Lindgren Memorial Award 2024.
Dánial Hoydal og Annika Øyrabø Jacobsen. Mynd: Rithøvundafelagið.
 
11.06.2023 - 15:59

Dánjal Hoydal og Annika Øyrabø Jacobsen fingu í fjør Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs og Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins fyri bókina "Abbi og eg og abbi", og tey vórðu eisini í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í fjør.

Tey hava síðan givið út bókina "Strikurnar", og fyri hana eru tey aftur í ár í uppskoti at fáa Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.

 Astrid Lindgren Memorial Award, eisini nevnd ALMA-virðislønin, er heimsins størsta virðisløn, ið kann latast rithøvundum, sum skriva barna- og ungdómsbøkur. Hon kann bæði latast einstaklingum og felagsskapum, sum virka fyri at styrkja lesihugin hjá børnum og ungum. Tað er svenska stjórnin, sum letur ALMA-virðislønina. Virðislønin er fimm milliónir svenskar krónur

Sambært Astrid Lindgren Memorial Award eru á hvørjum ári umleið 250 fólk úr øllum heiminum í uppskoti til virðislønina. Freistin at koma við uppskotum var 17. mai, listin við teimum tilnevndu verður kunngjørdur í oktober, og virðislønin síðani latin várið eftir.

2. mai varð ALMA-virðislønin fyri 2023 latin amerikanska rithøvundanum Laurie Halse Anderson. Tá varð Bárður Oskarsson í uppskoti úr Føroyum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV