Sturgeon handtikin

Sturgeon handtikin
Fyrrverandi skotski fyrstiráðharrin er handtikin og situr í varðhaldi
 
11.06.2023 - 14:59

Nicola Sturgeon, fyrrverandi fyrstiráðharri í Skotlandi, er í dag blivin handtikin og situr í varðhaldi.

Sambært Sky News, so er 52 ára gamla Nicola Sturgeon handtikin í sambandi við kanningarabeiðið av møguligum fíggjarligum sviki í skotska tjóðskaparflokkinum, SNP, sum hon var forkvinna fyri.

Løgreglan sigur, at fyrrverandi politiski leiðarin situr í varðhaldi og skal avhoyrast.

Sturgeon var forkvinna í SNP og fyrstiráðharri í Skotlandi frá 2014 til marts í ár. Hon er tann, sum hevur sitið næstlongst við leiðsluni í Skotlandi. Hon hevur sitið í skotska tinginum síðani 1999 og verið stjórnarlimur síðani 2007. Frá 2007 til 2012 var hon heilsumálaráðharri og frá 2012 til 2014 var hon vinnumálaráðharri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050