- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samgongan missir meirilutan
Samgongan missir meirilutan
Samgonguflokkarnir høvdu bara fingið 16 tinglimir tilsamans, um løgtingsval var ídag, vísir nýggj veljara kanning.

Beinir Johannesen, formaðurí Fólkaflokkinum, sum fær stóra framgongd í nýggjari veljarakanning.
11.06.2023 - 10:03
Samgongan hevði mist meirilutan, um løgtingsval var nú. Tað vísir veljarakanning, sum talgilda blaðið hjá Portal.fo, Vikuskifti, kunngjørdi í gjár.
Javnaðarflokkurin og Framsókn missa hvør sín tinglim, og fáa ávíkavist átta og tveir tingsessir, meðan Tjóðveldi stendur í stað við seks tingsessum.
Fólkaflokkurin fær báðar tingsessirnar, sum samgongan missir, og fær sambært veljarakanningini átta tinglimir. Sambandsflokkurin og Miðflokkkurin standa í stað við ávíkavist sjey og tveimum tingsessum.
Veljarakanning (løgtingsval 2022):
- Fólkaflokkurin 8 (6)
- Sambandsflokkurin 7 (7)
- Javnaðarflokkurin 9 (8)
- Tjóðveldi 6 (6)
- Framsókn 3 (2)
- Miðflokkurin 2 (2)
Kanningin er gjørd av Spyr.fo fyri Vikuskifti, mikudagin 7. juni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV