Uttanlandsnevndin viðger aftur Russland

Uttanlandsnevndin viðger aftur Russland
Millum tey, sum hava fingið fundarboð at møta í Uttanlandsnevndini í morgin áðrenn, er trolvirkið Vónin.
Bjarni Hammer, formaður í Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum.
 
11.06.2023 - 09:59

Uttanlandsnevndin skal aftur í morgin viðgerða lógaruppskotið, sum skal geva Høgna Hoydal, landsstýrismanni í uttanríkismálum, víðkaðar heimildir at seta í verk tiltøk móti Russlandi.

Higartil hava trolvirkið Vónin, landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum, Vørn og løgmaður fingið innkalling at møta í nevndini í morgin.

Í síðstu viku vóru Reiðarafelagið og verksmiðjutrolarar, Faroe Agency, Mest, Pelagos, Kommunufelagið og landsstýrismenninir í fiskivinnumálum og uttanríkis- og vinnumálum í Uttanlandsnevndini og søgdu sína hugsan.

Landsstýrið ætlar at bara russisk fiskiskip, sum eru fevnd av fiskiveiðuavtaluni millum Russland og Føroyar, skulu sleppa at virka í føroyskum sjóøki, meðan onnur russisk skip ikki skulu sleppa at um- og avskipa sína veiðu her. Eisini ætlar landsstýrið, at russisk fiskiskip ikki skulu sleppa at gera umvælingar á føroyskum skipasmiðjum.

Galdandi lóggáva sigur, at bara løgtingið kann taka avgerðir, sum raka fiskivinnusamstarvið millum Føroyar og Russland. Men hesa heimild vil landsstýrið nú flyta úr løgtinginum til landsstýrismannin í uttanríkismálum, Høgna Hoydal.

Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum fer á fund klokkan hálvgum níggju fyrrapartin í morgin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017