Fimm prosent av íslendingum vilja ikki hava hvalaveiðu

Fimm prosent av íslendingum vilja ikki hava hvalaveiðu
18.455 fólk hava skrivað undir eitt mótmæliskriv, sum er í umferð í Íslandi
Hvalabátur hjá partafelagnum Hvali í Íslandi.
 
11.06.2023 - 09:38


Næstan fimm prosent av fólkinum í Ísland er í móti hvalaveiðu.

18.455 fólk hava skrivað undir eitt mótmæliskriv, sum er í umferð í Íslandi.

18.455 eru 4,76 prosent av fólkatalinum í Íslandi.

Ein undirskriftainnsavning í nógvum londum gav 360.000 undirskriftir.

Hon var latin altinginum hósdagin, á altjóða degi havsins.

Kravið er, at íslendskir myndugleikar taka loyvið at skjóta hval frá partafelagnum Hvali.

Ein kanning sigur, at viðhvørt tekur ov langa tíð at fáa lívið av hvali.

148 hvalir vóru skotnir í fjør.

Fleiri skot

36 teirra vóru skotnir oftari enn eina ferð.

Fýra teirra vóru skotnir fýra ferðir.

Í einum føri elti hvalabátur ein hval, sum hevði skutul í sær, í fimm tímar uttan at fáa fatur í honum. Men tann hvalabáturin hevði maskinskaða.

Kravið hjá teimum, sum skrivaðu undir, er, at ógvisligu drápini vera steðgað og bannað eina ferð fyri allar.

Í 2013 fingu tey, sum eru í móti hvalaveiðu, 33.000 undirskriftir frá íslendingum og ferðafólki í Íslandi.


   
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050