Noreg og Bretland samd um makrel

Noreg og Bretland samd um makrel
Noreg sleppur at fiska góð 135.000 tons av makreli í bretskum sjógvi í ár
Makrelur.
 
10.06.2023 - 14:36


Noreg og Bretland hava gjørt avtalu um, hvussu fiskiskapurin eftir markeli skal skipast fyri 2023. 

Tað skrivar norska vinnu- og fiskimálaráðið.

Avtalan snýr seg millum annað um áseting av markelkvotu, um at flyta makrelkvotur og at styrkja vísindaliga samstarvið.

Noreg sleppur at fiska 135.141 tons av markeli í bretskum sjógvi.

Týðandi stovnur

Makrelur er týdningarmikil stovnur fyri Noreg, og er á øðrum plássi eftir toskin.

Tilsamans verður norska kvotan fyri í ár 245.688 tons eftir kvotaumbýtið og flytingar frá í fjør.

- Bretland og Noreg eru tvær av teimum størstu makrel-tjóðunum, og avtalan er tí týdningarmikið stig á leiðini til at fáa betri skipaða umsiting av makrelstovninum og minka veiðitrýstið, sigur norski fiski- og vinnumálaráðharrin, Bjørnar Skjæran.

- Tað hevði verið best, um vit høvdu fingið avtalu, sum eisini fevnir um hini strandalondini, og eg vóni, at norska og bretska avtalan eggja hinum strandalondunum til at gera tað sama, sigur Skjæran.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050