Lóg á veg um føroyskt sum annaðmál

Lóg á veg um føroyskt sum annaðmál
Spurningurin um tey, sum hava føroyskt sum annaðmál, skulu fáa lestrarstuðul verður eisini viðgjørdur í landsstýrinum
Nógvir útlendingar hava verið á skeiði í føroyskum.
 
10.06.2023 - 12:06

Barna- og útbúgvingarmálaráðið arbeiðir við einum lógaruppskoti, sum skal vera grundarlag undir einum málskúla fyri tilflytarar.

Spurningurin um tey, sum hava føroyskt sum annaðmál, skulu fáa lestrarstuðul verður eisini viðgjørdur.

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður.

Hann hevur svarað spurningi frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu.

Lestrarstuðul

Hon spurdi, um tey, sum lesa føroyskt sum annaðmál, fáa lestrarstuðul. 

Tey fáa ikki stuðulin nú.

Men ætlanin er, at føroyskt sum annaðmál skal vera ein sjálvstøðug útbúgving, sigur Djóni Nolsøe Joensen. 

Uppskotið um føroyskt sum annaðmál verður væntandi lagt fyri løgtingið í heyst, sigur landsstýrismaðurin. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109