Arbeiða víðari við uppskoti hjá undanfarnu samgongu

Arbeiða víðari við uppskoti hjá undanfarnu samgongu
Uppskot um integrasjónslóg kemur í tingið í næstu tingsetu
Eitt integrasjónálit er gjørt.
 
10.06.2023 - 09:24

Arbeitt verður víðari við uppskotinum um integrasjónslóg, sum undanfarna samgonga gjørdi og legði fram.

Miðað verður eftir at koma í løgtingið við uppskotinum í næstu tingsetu.

Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, í svari til Honnu Jensen, løgtingskvinnu. 

Landsstýrismaðurin sigur, at høvuðsdenturin í integrasjónslógini eigur at vera lagdur á tey, sum ætla sær at vera verandi í Føroyum. 

Tilboð og krøv

Lógin eigur at hava tilboð og krøv um frálæru í føroyskum. 

Eisini er neyðugt at kunna verður væl um rættindi og skyldur í føroyska samfelagnum. 

Tí eigur lógin av hava ymisk integrasjónsátøk.

Neyðugt er at hava allar viðkomandi partar við í arbeiðnum, land, kommunur, arbeiðsgevarar og  fakfeløg, sigur Bjarni Kárason Petersen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV