Herjólfur og Bodø skulu avloysa Smyril

Herjólfur og Bodø skulu avloysa Smyril
Strandferðslan hevur latið landsstýrismanninum tilmæli, í sambandi við at Smyril verður tikin úr sigling, tá tveir hjálpimotorar verða skiftir
Strandferðslan mælir til, at henda ferjan, Bodø, og Herjólfur avloysa Smyril, sum skal skifta tveir hjálpimotorar. (Mynd: Shipspotting.com)
 
09.06.2023 - 18:05

Strandferðslan mælir til, at bæði Herjólfur og norska ferjan, Bodø, fara at røkja suðuroyarleiðina, meðan Smyril liggur, tí hann skal hava tveir nýggjar hjálparmotorar.

Smyril hevur fýra hjálparmotorar, og tveir skulu tveir skiftast í næstum.

Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at samráðinar eru við íslendska reiðaríið, sum eigur Herjólf, um at leingja leigumálið, og við eitt norskt reiðarí, sum eigur ferjuna Bodø.

Leisturin, sum Strandferðslan mælir landsstýrismanninum, Dennisi Holm, til at velja, er at lata Herjóllf og Bodø røkja farleiðina i nakrar vikur, meðan arbeiðið við Smyrli verður gjørt liðugt.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

09062023_Avloysari_fyri_Smyril

 

Bodø, sum siglir á Lofoten-leiðini, tekur knappliga 400 ferðafólk og beint oman fyri 125 bilar.

Bodø hevur stabilisatorar, og hon siglur tvær míl seinni enn Smyril.

 

Ætlanin er at leiga Herjólf eina tíð aftrat. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Dennis Holm, landsstýrismaður, sigur, at enn er endalig støða ikki tikin til, hvør fer at røkja siglingina fyri Smyril.

Av tí at málið lutvíst snýr seg um pengar, og at eykajáttan tí skal til, fer Dennis Holm at umrøða hetta á landsstýrisfundi týsdagin.

Síðani verður málið avgreitt seinni í komandi viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV