Ísland letur sendistovuna í Moskva aftur

Ísland letur sendistovuna í Moskva aftur
Virksemið verður ikki raðfest, og lítið samband er við Russland í løtuni, sigur íslendski uttanríkisráðharrin
Íslendska sendistovan í Russlandi letur aftur fyribils, men ætlanin er at lata hann uppaftur, tá støðan broytist.
 
09.06.2023 - 15:45

Íslendska sendistovan í Moskva letur aftur 1. august, skrivar RÚV.

Sambært íslendska uttanríkismálaráðnum letur sendistovan aftur, tí virksemið har ikki verður raðfest, og lítið samband er við Russland í løtuni.

Myndugleikarnir vænta eisini, at russarar fara at taka fólk heim úr síni sendistovu í Íslandi, og at eingin russiskur sendiharri verður í Íslandi.

Ísland hevur ætlanir um at lata sendistovuna í Russlandi upp aftur, tá støðan broytist, skrivar RÚV.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017