Hevur fingið tilmæli um avloysaraskip fyri Smyril

Hevur fingið tilmæli um avloysaraskip fyri Smyril
Tveir hjálpimotorar á Smyrli skulu skiftast, og spurningurin um avloysaraskip verður lagdur fyri landsstýrið, tí neyðugt verður helst við eykajáttan
Smyril skal hava tveir nýggjar hjálpimotorar, og meðan teir verða skiftir, verður neyðugt at hava avloysaraskip.
 
09.06.2023 - 13:58

Í næstu viku verður greitt, hvør fer at røkja suðuroyarsiglingina fyri Smyril, tá hann skal hava nýggjar hjálpimotorar.

Dennis Holm, landsstýrismaður, sigur, at Strandfaraskip Landsins hava kannað ymsar møguleikar, og hava nú sent honum tilmæli.

Endalig støða er ikki tikin til, hvussu hetta verður loyst, sigur Dennis Holm, tí hann ætlar at umrøða spurningin við landsstýrið, áðrenn hann tekur endaliga støðu.

Smyril hevur fýra hjálpimotorar, og av teimum skulu tveir skiftast.

Í tí sambandi skal annað skip finnast at sigla fyri Smyril, meðan arbeiðið verður gjørt.

 

Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum.

 

Motorar úr Kina

Dennis Holm sigur, at motorarnir eru umbidnir og goldnir, og koma til Føroya úr Kina í august.

Smyril fer ikki av landinum, tí arbeiðið verður gjørt í Føroyum.

Nær hetta verður, og hvussu leingi, tað fer at taka, er ikki greitt enn.

Av tí at málið lutvíst snýr seg um pengar, og at eykajáttan tí skal til, fer Dennis Holm at umrøða hetta á landsstýrisfundi týsdagin.

Málið verður væntandi avgreitt í næstu viku. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV