- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tvíheldur um, at hann hevur ikki sagt ósatt fyri løgtinginum

- Eg havi ikki sagt ósatt fyri løgtinginum.
Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Hann viðgongur tó, at tað ikki var fyrr enn eftir tingfundin, at hann gjørdist varugur við, at hann á tíðindafundinum um morgunin hevði brúkt skeiv tøl um, hvussu nógv russisk skip umskipa og landa í Føroyum.
Orsøkin er, at frágreiðingin, sum landsstýrið hevur gjørt í sambandi við nýggju revsitiltøkini, brúkar tøl fyri 2021 og ikki 2022.
Aksel V. Johannesen sigur, at hann hevur ongar trupulleikar, um kanningarstjóri verður settur at kanna málið, tí hann er sannførdur um, at einki skeivt er gjørt.
Løgmaður var í Breddanum fyrrapartin.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Hoyr allan Breddan her.