- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jenis og Jacob ikki við uttanlandsnevndini í Grønlandi
Jenis og Jacob ikki við uttanlandsnevndini í Grønlandi
Fyrrverandi landsstýrismaðurin í uttanríkismálum og umboðið hjá Fólkaflokkinum í uttanlandsnevndini siga, at uttanríkispolitikkurin gongur gjøgnum landsstýrið

Jenis av Rana og Jacob Vestergaard eru limir í uttanlandsnevndini, men teir eru ikki við á ferðini í Grønlandi. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
09.06.2023 - 11:31
Uttanlandsnevndin vitjar hesa vikuna í Grønlandi saman við donsku uttanríkispolisku nevndini og grønlendsku uttanríkis- og trygdarpolitisku nevndini.
Endamálið er nýtt samstarv millum nevndirnar.
Hvørki Jenis av Rana, fyrrverandi landsstýrismaður í uttanríkismálum, og Jacob Vestergaard, sum umboðar Fólkaflokkin í uttanlandsnevndini, eru við á ferðini í Grønlandi.
Teir siga, at uttanríkispolitikkurin gongur gjøgnum landsstýrið, sum síðani kunnar uttanlandsnevndina um uttanríkismál.
Hoyr innslag í útvarpstíðndunum:
09062023_Jenis_og_Jacob_um_uttanlandsnevnd
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV