Ringdu 2.292 ferðir til læknavaktina, men eingin lækni var tøkur

Ringdu 2.292 ferðir til læknavaktina, men eingin lækni var tøkur
Landsstýriskvinnan í heilsumálum er ikki nøgd við læknavaktina, og tí skal hon broytast, sigur Margit Stórá
Bygnaðarbroytingar skulu gerast í læknavaktini, og tær verða settar í verk, tá avtala er gjørd millum Kommunulæknafelagið og Fíggjarmálaráðið um vaktargjøld. (Savnsmynd)
 
09.06.2023 - 10:13

2.292 ferðir var ringt til læknavaktina 1870 frá 1.juni í fjør til 1.juni í ár, meðan eingin lækni var tøkur.

Hetta sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, í svari til Sólvit E. Nolsø, løgtingsmann.

Talið hevur hon frá Sjúkrahúsverkinum.

Tað verður eisini upplýst, at í sama tíðarskeiði, altso frá 1.juni til 1.juni, vóru 7.948 uppringingar, har lagt er á uttan svar, hóast lækni var tøkur, t.e.var loggaður á skipanina. 

Og 29.005 uppringingar vóru, har tey flestu bíðaðu styttri enn fýra minuttir.

 

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.

 

Ikki nøgd

Margit Stóra sigur, at í teimum førum, har telefonin ikki svaraði, fingu fólk umvegis  telefonsvarara at vita, at tey skulu ringja 112, um brúk er fyri bráðfeingis hjálp.

Hon sigur, at hon er ikki nøgd við læknavaktina. Tí skal hon broytast.

Heilsutrygd hevur yvirskipaðu ábyrgdina, og kommunulæknarnir hava sjálvir ábyrgd av læknavaktini. 

Harumframt hevur Sjúkrahúsverkið ábyrgdina av sjúkrarøktarfrøðingunum í læknavaktini og hølunum hjá læknavaktini.

 

Sólvit Nolsøe, løgtingsmaður, hevur spurt um læknavaktina. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Nýggjur bygnaður gerast

Í mai í ár samdust Heilsumálaráðið og Kommunulæknafelagið um ein nýggjan bygnað.

Talan er um bygnað við greiðum og einføldum uppgávu- og ábyrgdarbýti, sigur Margit Stórá. 

Við  nýggja  bygnaðinum ber til at fáa eina skipan, sum bæði veitir sjúklingum eina dygdargóða heilsutænastu og tryggjar starvsfólkunum góðar arbeiðsumstøður.

Vaktarbyrðan hjá kommunulæknunum verður munandi minni, og fleiri sjúkrarøktarfrøðingar vera í læknavaktini.

 

Seta fakligan stjóra

Arbeitt verður eisini við at seta fakligan stjóra fyri kommunulæknaskipanina sum saman við Heilsutrygd er ábyrgdarhavi.

Við hesum bygnaðinum fara øll starvsfólkini í læknavaktini at hava somu leiðslu. 

Bygnaðurin kemur, tá avtala er fingin millum Kommunulæknafelagið og Fíggjarmálaráðið um vaktargjøld í læknavaktini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097