Á Breddanum: Gongd í haga og russiskar landingar í Føroyum

Á Breddanum: Gongd í haga og russiskar landingar í Føroyum
Orðaskifti verður millum limir í rættarnevndini um ferðavinnu og gongd í haga
Hesi fýra sita í løgtingsins rættarnevnd, og tey fara at kjakast um ferðavinnu og gongd í haga í Breddanum í dag.
 
09.06.2023 - 09:30

Málið um gongd í haga er framvegis ikki loyst.

Í Mykinesi krevja tey pening inn, tá ferðafólkini koma í land. Í Saksun stendur eitt gjaldsportur fyri fólki á fjórða ári, og Høgni Hoydal er fjórði landsstýrismaður, sum hevur sett sær fyri at loysa málið um ferðavinnuna og føroysku náttúruna. Hann sigur seg koma við einum uppskoti í heyst. 

Limir í rættarnevndini koma í útvarpsstovuna at kjakast um ferðavinnu og gongd í haga. 

Løgmaður er komin í rasshaft síni útlegging av russiska virkseminum í Føroyum, tí hann at síggja til pyntaði uppá landingartølini í løtuni. 

Vit hava eina longri samrøðu við løgmann í sendingini

Breddin í útvarpinum klokkan 10.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV